Landsverk: Ringt sýni ikki orsøk til ferðsluóhapp

Landsverk: Ringt sýni ikki orsøk til ferðsluóhapp
11 ferðsluóhapp vóru frá 2014-2017 á einum vegamóti í Norðragøtu, har landsvegurin og kommunali vegurin møtast. Ringt sýni er ikki orsøkin
Ringt sýni er ikki orsøkin til ferðsluóhappini á vegamótunum við Mortansstovubrekku og við Ánna í Norðragøtu
Mynd: Loftmynd: kortal.fo  
 
03.07.2020 - 09:28

Tað sigur Landsverk sambært Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, sum hevur svarað einum spurningi frá Una Rasmussen, løgtingsmanni, um innkoyringarnar til Norðragøtu.

Okkurt um 6.000 bilar koyra dagliga millum rundkoyringina í Gøtudali og Gøtugjógv. Frá 2014 til 2017 eru skrásett 11 óhapp har, eitt var við fólkaskaða. Trý óhapp vóru á vegamótunum.

Í ár hava verið nøkur óhapp við Mortansstovubrekku og við Ánna. Sambært kanningum hjá Landsverki bendir einki á, at útsýnið á vegamótunum var orsøkin til óhappini, svarar Jørgen Niclasen.

Lúka donsk krøv

Vegamótini lúka donsk krøv um útsýni. Samanborið við landsveganetið sum heild eru óhappini fyri hvønn kilometur í Gøtu beint yvir miðal. 

Í 2018 var tí gjørdur ein ferðslulummi á vegamótinum við Mortansstovubrekku. Landsverk upplýsir, at bilverjan millum Mortansstovubrekku og Gøtugjógv verður skift út ella tikin niður. 

Orsøkin er, at skráin á bilverjuni hevur lutfalsliga lítið hall, og tí er bilverjan óneyðug á pørtum av hesum teini, stendur í svarinum hjá Jørgeni Niclasen.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369