- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frítíðarfisking í Føroyum avmarkast
Frítíðarfisking í Føroyum avmarkast
Ferðafólk sleppa í mesta lagi at fiska 60 kilo av fiski í rundari vekt
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/porkeri_2.jpg?itok=F9Wjc60W)
Ein nýggj kunngerð fer at avmarka, hvussu nógv ferðafólk kunnu fiska her
03.07.2020 - 08:30
Tað verður staðfest í nýggjari kunngerð frá Fiskimálaráðnum, sum ásetur reglur fyri fiskiskap í føroyskum sjógvi í samband við ferðavinnu.
Fiskiskapurin kann bert fara fram við tráðu, snøri ella hondsnellu, og loyvt er ikki at avreiða ella selja veiðu frá ferðavinnufiskiskapi.
Loyvi til ferðavinnufiskiskap kann verða latið eigara av fiskifari undir føroyskum flaggi. Umsóknir um fiskiloyvi skulu sendast til Vørn.
Nýggja kunngerðin fær gildi í morgin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV