Fleiri vilja lesa á Setrinum

Fleiri vilja lesa á Setrinum
469 fólk hava søkt um at sleppa á Fróðskaparsetrið at lesa í ár. Tað eru 18 prosent fleiri enn í fjør
 
03.07.2020 - 12:43

Men verður sammett við 2018, sum hevði sama útbúgvingartilboð sum í ár, er vøksturin 9,6 prosent. Bachelorumsóknirnar eru 27,5 prosent fleiri enn i fjør. Ymiskt er, hvussu nógvar umsóknir eru til hvørja útbúgving.

Sjúkrarøktarfrøði, námsfrøði og læraraútbúgving eru væl umtóktar. 30 pláss eru í sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingini, men har eru 78 umsóknir. Í námsfrøði eru 35 pláss og har eru 80 umsóknir. 84 vilja verða lærari, pláss er fyri 35. 

Tær 469 umsóknirnar eru býttar soleiðis, at 399 vilja lesa bachelor, níggju hjánám, 45 master og 16 ískoytisútbúgvingar. Fólk fáa at vita um eina viku, um tey sleppa inn, og skulu svara eftir ólavsøku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369