- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eitt ár styttri enn væntað
Eitt ár styttri enn væntað
Týsdagin verður seinasta skotið latið av í Hvalbiartunlinum. Tað verður trongisvágsmegin
03.07.2020 - 07:24
Tá bergholið verður tikið í nýtslu í februar næsta ár, hevur byggitíðin verið eitt ár styttri enn væntað. Nýggja bergholið til Hvalbiar er hálvan triðja kilometur langt.
Harumframt eru 2,3 kilometrar av vegi hvalbiarmegin og 1,4 kilometrar trongisvágsmegin. Játtanin til Hvalbiartunnilin er 272 milliónir krónur.
Í sambandi við, at seinasta skotið verður latið av týsdagin verður hátíðarhald, men bara innboðin sleppa við. Ikki er gjørligt at hava alment hátíðarhald í hesum koronutíðum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV