- Tíðindi, mentan og ítróttur
USA: Metnógv smittað seinasta samdøgrið
USA: Metnógv smittað seinasta samdøgrið
Meira enn 50.000 fólk í landinum hava fingið staðfest COVID-19 seinasta samdøgrið
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/usa_amerika.jpg?itok=rQzoBMZB)
02.07.2020 - 08:20
Sambært uppteljing, sum tíðindastovan Reuters og New York Times hava gjørt, hava meira enn 49.000 fólk í USA fingið staðfest koronusmittuna seinasta samdøgrið.
Hetta er størsti vøkstur síðani farsóttin fór at gera um seg í landinum. The Washington Post skrivar á síni heimasíðu, at meira enn 52.770 nýggir smittutilburðir eru staðfestir í USA seinasta samdøgrið.
Nú hava tilsamans 2,6 milliónir fólk í landinum fingð staðfest koronusmittuna, og 128.062 eru deyð av henni.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV