Putin vann valið: Kann sita til 2036

Putin vann valið: Kann sita til 2036
Russar hava atkvøtt fyri eini broyting í grundlógini, sum kann tryggja Vladimir Putin valdið í 16 ár afturat
Sitandi forsetin í Russlandi, Vladimir Putin, sleppur kanska at sita við valdið til 2036 eftir, at russar hava atkvøtt fyri einari broyting í grundlógini
Mynd: Savnsmynd (AP)  
 
02.07.2020 - 06:48

Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur vunnið fólkaatkvøðuna, sum kann tryggja honum valdið til 2036. Nú eru 99 prosent av atkvøðunum upptaldar.

Uppteljngin vísir, at 78 prosent av russarum hava atkvøtt fyri broytingini í grundlógini soleiðis, at tað ber til hjá Putin at sita sum forseti í 16 ár aftrat.

Samkynt hjúnalag verður bannað

Valluttøkan var 65 prosent, og sambært valnevndini, atkvøddu góð 21 prosent ímóti nýskipanini. 

Nýskipanin merkir millum annað, at Putin kann stilla uppaftur til forsetavalið tvær ferðir aftrat, og nógv hevur verið tosað um tað. 

Nýskipanin merkir eisini, at hjúnalag millum tvey av sama kyni verður bannað, pensjónsviðurskiftini batna, og Gud verður skrivaður inn í grundlógina.

Valskeiðini seks ár

67 ára gamli forsetin hevur sitið við valdinum sum forseti ella forsætisráðharri í meira enn 20 ár, og hann er sostatt tann forsetin, sum hevur sitið longst í Russlandi ella Sovjetsamveldinum síðani Josef Stalin.

Skeiðið hjá forsetanum nú er runnið 2024, men við broytingunum kann hann stilla uppaftur til tvey nýggj skeið, sum eru seks ár hvørt.

Ì seinastu talu síni áðrenn valhølini stongdu segði Putin, at fólkaatkvøðan snýr seg um støðufesti, trygd og ríkidømi.

Valnevndin: Reglurnar ikki hildnar

Broytingin í grundlógini er longu samtykt í Dumuni, men Putin hevur fyrr sagt, at úrslitini á fólkaatkvøðuni er avgerðandi fyri, at broytingarnar kunnu setast í verk.

Men reglurnar fyri, hvussu atkvøður verða upptaldar, eru ikki hildnar á fólkaatkvøðuni í Russlandi, upplýsir valnevndin í landinum, og atkvøðurnar eru tí ógildaðar.

Fleiri atkvøðuseðlar í einum valhøli í Moskva eru ógildaðir, skrivar russiska tíðindastovan Tass.

Brot á reglurnar avdúkaðar

Valnevndin í Ramenki-økinum í Moskva hevur sæð eina sjónbandaupptøku frá einum valhøli og hevur avdúkað brot á reglurnar um, hvussu fólk seta krossin og hvussu atkvøðurnar verða upptaldar.

 Talan er um 2.783 atkvøður, sum verða ógildaðar, sigur Aleksej Venediktov, formaður.

Andstøðuleiðarin, Aleksej Navalnyj, hevur mælt fólk frá at fara á val. Navalnyj sigur, at Putin vil verða forseti restina av ævi síni. 

 Úrslitini, sum eru kunngjørd, eru følsk og lygn. Tey umboða ikki tað, sum russiska fólkið heldur, sigur Navalnyj.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Skratsj 12. februar 2025
187684
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497