- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kina hóttir Bretland
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/20160620_ja_sidan_hevur_munin._0050.jpg?itok=M44a6O9V)
– Vit eru harðliga ímóti hesum og taka okkum rætt til at fremja líknandi tiltøk, upplýsir kinesiska sendistovan í London á heimasíðu síni, tó verður einki sagt um hvørji tiltøk, talan verður um.
– Um bretar seta í verk einsíðug tiltøk, so er hetta brot á avtalur og grundleggjandi siðvenjuna, sum stýrir altjóða politikki, skrivar sendistovan.
Banna loysingarrørslum
Bretland fyrireikar í løtuni eina ætlan fyri, at persónar úr Hongkong kunnu fáa uppihaldsloyvi í Bretlandi og møguliga ríkisborgaraskap eisini.
Ætlanin kemur í kjalarvørrinum av nýggju trygdarlógini, sum kinesiska fólkakongressin hevur samtykt, og sum kom í gildi í gjár, 1. juli.
Lógin bannar tí, sum Kina skýrir sum loysingarrørslur, statsfíggindaligt virksemi, yvirgang og samstarv við fremmand veldi, sum kann seta trygdina í landinum í vanda.
>> SÍ EISINI Fleiri handtikin í Hong Kong
Lógin kemur sum aftursvar til nógvu og stundum harðligu mótmælistiltøkini, sum hava verið í Hongkong seinasta árið, har fólk hava mótmælt, at kinesisku myndugleikarnir leggja seg útí avgerðarrættin hjá fólkinum í Hongkong.
7,5 milliónir fólk búgva í Hongkong, og tey hava enn ikki sæð innihaldið í lógini.
Trygdarlógin er hin mest víðgongda broytingin í Hongkong, síðani Bretland lat Kina økið í 1997, skrivar Reuters. Tá var avtalan, at Hongkong skuldi hava ávís rættindi til 2047, millum annað óhefta rættarskipan, egið ting og skrivi- og talifrælsi.