- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útgerðin niðurslitin
Útgerðin er so gomul og slitin, at óvist er, hvussu leingi afturat, hon kann knúsa grótið úr Porkeri, sum verður brúkt til asfalt.
Seinastu árini eru 30.000 tons av gróti úr Porkeri brúkt til asfalt. Landsverk sigur eisini, at tað er bíligari at innflyta grót enn at brúka grótbrotið í Porkeri.
Heldur ikki uppat
Henrik Old, løgtingsmaður, spurdi Jørgen Niclasen, landsstýrismann, um grótbrotið í Porkeri.
Grótbrotið í Porkeri heldur ikki uppat, og eingin, sum arbeiðir har, er uppsagdur. Grótið, sum Landsverk brúkar í Suðuroynni, fer framvegis at verða tikið í grótbrotinum í Porkeri.
Landsverk upplýsir, at tað fyrireikar eina loysn, sum kann flytast millum tey trý grótbrotini, í Hundsarabotni, á Hústoft og í Porkeri. Hendan íløgan kostar 15 milliónir krónur.