- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nógv fleiri kvinnur enn menn í útbúgving
Nógv fleiri kvinnur enn menn í útbúgving
Tveir triðingar av teimum, sum taka eina útbúgving í Føroyum, eru kvinnur
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/20150507_ordblind_faa_ov_seint_hjalp_214.jpg?itok=R9EbUC8w)
627 kvinnur eru skrásettar sum lesandi í Føroyum, í summum útbúgvingum eru bara kvinnur í løtuni
01.07.2020 - 06:21
Nógv fleiri kvinnur enn menn eru í útbúgving. Í løtuni eru 938 fólk skrásett sum lesandi, 627 kvinnur og 311 menn. Tveir triðingar eru kvinnur.
Í summum útbúgvingum eru bara kvinnur í løtuni. Dømi er bachelorútbúgvingin í sjúkrarøktarfrøði. Har er eingin maður í løtuni.
Í bachelorútbúgvingini í námsfrøði eru frá 2010-2019 millum 81 prosent og 97 prosent kvinnur. Men í bachelorútbúgvingini í KT-verkfrøði eru yvir 90 prosent menn.
Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur svarað Jóhannisi Joensen, løgtingsmanni, sum spurdi um kyn og útbúgving.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV