- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri handtikin í Hong Kong
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/hong_kong_01072020_-_ap.jpeg?itok=vur6bvdB)
Men tað er vorðið nógv vandamiklari at mótmæla eftir, at nýggj kinesisk lóg er sett í gildi, sum heimilar myndugleikunum at døma fólk í fongslul fyri lívstíð, sum mótmæla.
Kinesisku myndugleikarnir siga mótmælini í Hong Kong seinasta árið vera yvirgang og samfelagsfíggindaligt virksemi. Tí skal revsingin vera hørð, og tað hevur longu fingið mótmælisfólk at strika seg av sosialu miðlunum og gera seg minni sjónsk í samfelagnum.
Í Bretlandi verður nýggja kinesiska lógin mett sum eitt álvarsligt brot á avtaluna frá 1997 um Hong Kong, har fyrrverandi bretska hjálandið fekk eina serstøðu í Kina við rætti til at samtykkja egnar lógir.
USA mótmælir eisini, og amerikanska stjórnin hevur avgjørt at seta serstøðuna hjá Hong Kong innan handil við USA úr gildi.