105 fyritøkur fingið stuðul

bannari
105 fyritøkur fingið stuðul
Landið hevur nú latið tilsamans 4,7 milliónir krónur í COVID-19 stuðli til fleiri enn 100 fyritøkur
 
01.07.2020 - 06:58

Nú hava yvir 100 fyritøkur fingið COVID-19 stuðul úr landskassanum. Tøl hjá TAKS vísa, at 105 fyritøkur hava fingið stuðul, tilsamans góðar 4,7 milliónir krónur.

Flestu fyritøkurnar, 79 av teimum 105, siga seg hava mist millum 60 og 100 prosent av umsetninginum.

Fyritøkurnar fáa stuðul til fastar útreiðslur, so sum húsaleigu, el, hita, rentur, trygging og fjarskifti. Tær kunnu fáa í mesta lagi 80.000 krónur um mánaðin. 

Størsti stuðulin higartil er 240.000 krónur fyri ársfjórðingin. Skipanin skuldi halda uppat í gjár, men hon er longd til 31. oktober.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369