20.000 lastbilar seta ferðsluna í Havn undir trýst

20.000 lastbilar seta ferðsluna í Havn undir trýst
Tað ørkymlar Trónd Sigurðsson, býráðslim fyri Javnaðarflokkin í Havn, at fleiri lastbilar skulu koyra grót millum Gomlurætt og Skálafjørðin
Okkurt um 20.000 lastbilar skulu koyra grót úr Sandoyartunlinum inn á Glyvur, og tað ørkymlar býráðslim í Havn
 
30.06.2020 - 11:23

Tað, sum ørkymlar meg er, at lastbilarnir skulu koyra eftir Marknagilsvegnum og Ringvegnum í Havn. Ferðslan í býnum er undir stórum trýsti frammanundan, og nú verður hon sett undir enn størri trýst, sigur hann.

Fríggjadagin skrivaðu partafelagið Eystur- og Sandoyartunlar og Runavíkar kommuna undir avtalu um, at Runavíkar kommuna tekur ímóti 300.000 rúmmetrum av grótinum, sum kemur upp úr Sandoyartunlinum Streymoyarmegin.

Ætlanin er at víðka havnarlagið frá Oljubryggjuni heilt inn í Støð á Glyvrum, har kommunan eisini ætlar at skipa ein bátahyl, nú verandi hylur so smátt er við at gerast ov lítil.

Meting: Umleið 20.000 lastir koyrast

Farið verður undir at flyta grótið tá, ið Eysturoyartunnilin letur upp, segði Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, við Útvarpið fríggjadagin.

Ein fyribils meting er, at okkurt um 20.000 lastbilar skulu koyra grótið.

Tað fer at ávirka ferðsluna í Havn. Hetta er tung ferðsla, tað slítir eisini vegirnar, og tað fer at merkjast hjá fólki, sum fara at koyra í Havn, sigur Tróndur Sigurðsson.

Innkomuvegir í Eysturoynni ikki klárir

Hetta er eitt stórt vinnuligt frambrot fyri tey í Runavíkar kommunu. Eigur høvuðsstaðurin ikki at spæla við og liva við tí?

Tað fara vit eisini at gera. Trupulleikin er, at innkomuvegirnir við Eysturoyartunnilin eru ikki klárir, og tað er avgerandi fyri samlaðu ferðsluna í Havn. Tann vegurin manglar, sigur Tróndur Sigurðsson.

 >> SÍ EISINI Tyrvingarplássið um at verða fult

Tróndur Sigurðsson heldur, at býráðið í Havn átti at fingið grótið til høldar, millum annað til eitt vinnuøki á Gomlurætt.

Runavíkar kommuna hevur fingið eina góða avtalu, og Tórshavnar kommuna hevur einki fingið burturúr. Býráðið í Havn átti sjálvsagt at víst størri áhuga fyri grótinum, sigur Tróndur Sigurðsson, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin í Havn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369