- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú verða øll ferðafólk kannað
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/flogvollurin_logregla_og_passkontroll-2.jpg?itok=dCvCUUqa)
Dátueftirlitið góðkendi seinnapartin í gjár, at øll, sum ferðast til Føroya, kunnu kannast fyri koronu. Tað váttaði stjórin í Dátueftirlitinum, Eyðhild Skaalum, fyri útvarpinum í gjár.
Sostatt hevur eftirlitið endaliga góðkent avtaluna millum Heilsumálaráðið og Sp/f Thetis, og nú er tvungna skipanin, her øll ferðandi, ið koma til landið, skulu kannast, nú sett í verk.
Avtalan millum Heilsumálaráðið og Thetis er galdandi til og við 10. juli. Í løtuni er kortini ógreitt, hvør skipan verður galdandi eftir tann dagin.
Kannaðu ferðafólk í gjár
Fimm flogfør koma í Vágar í dag; trý úr Keypmannahavn, eitt úr Aalborg og eitt úr Billund, sambært heimasíðuni hjá Vága floghavn.
Heilsumyndugleiknarnir vóru á flogvøllinum og gjørdu kanningar seinnapartin í gjár, áðrenn Dátueftirlitið hevði givið endaligt loyvi til at kanna øll ferðandi, sum koma til landið.
Tí kundu heilsustarvsfólkini á flogvøllinum í gjár ikki krevja, at ferðafólkini lótu seg kanna fyri koronu. 125 fólk søgdu ja, og seks fólk ikki vildu lata seg kanna av ymiskum orsøkum.