Havnarlagið á Toftum umskipast

Havnarlagið á Toftum umskipast
Nes kommuna fer í annaðkvøld at leggja fram trý ymisk uppskot um, hvussu økið við bátahylin í Oyrunum kann umskipast og víðkast
 
28.06.2020 - 16:44

Uppskotini eru partur av hugskotsarbeiði, sum kommunan er í gongd við, ið skal samansjóða útróðrarlív, frítíðarvirksemi, ferðavinnu og íbúðarbygging.

Nes kommuna hevur tí fingið trý uppskot frá arkitekta- og ráðgevarafyritøkunum Forma, SNA og Fuglark.

Talan er ikki um eina kapping, men heldur at fáa lagt uppskot fram fyri almenningin, sum kann brúkast sum grundarlag til at menna økið við havnarlagið.

Sum frálíður er hugsandi, at ein sersamtykt verður gjørd fyri økið, ið kann stýra bygging og virksemi í økinum, sigur Nes kommuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369