- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin heimild at kanna fyri korona í Vágum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/flogvollurin_vaga_floghavn_koronatest_heilsustarvsfolk_politi_kristina.jpg?itok=k1jhwBuO)
Heimildin at kanna øll ferðandi til Føroya fyri korona-smittuna, er enn ikki komin uppá pláss.
Tað er greitt, nú minni enn tveir tímar eru til fyrsta flogfarið í dag lendir í Vágum, klokkan 14:05.
Landsstýrið hevur annars boðað frá, at frá í dag at rokna skulu øll ferðandi til Føroya kannast fyri koronusmmittuna. Einasta undantak er børn undir 12 ár. Hetta er eisini galdandi fyri Føroyingar, búsitandi í Føroyum ella uttanlands.
Heilsumálaráðið hevur gjørt avtalu við smápartafelagið Thetis um at standa fyri hesum kanningum.
Avtalan var undirskrivað mikudagin 24. juni.
Í avtaluni stendur, at Thetis ger kanningarnar fyri heilsuverkið. Tað merkir, at tað er Heilsuverk Føroya, Deildin fyri arbeiðs- og almennaheilsu, sum er dátuábyrgdari. At Thetis fremur kanningarnar í verki merkir, at Thetis er dátuviðgeri. Og tí er tað smápartafelagið Thetis, sum viðger persónsupplýsingar vegna Deildina fyri arbeiðs- og almannaheilsu.
Og tað eru hesi viðurskifti, sum framvegis ikki eru komin uppá pláss.
Dátueftirlitið skal góðkenna tað, sum fer fram.
Eyðhild Skaalum, stjóri á Dátueftirlitinum, sigur við Kringvarpið, at umsóknin framvegis verður viðgjørd.
Metast skal um fysisku-, fyrisitingarligu- og tøkniligu trygdina í tí, sum verður gjørt, og um heimildargrundarlagið er í lagi.
Dátueftirlitið fekk umsóknina í vikuni, og nakað av tilfarinum kom ikki fyrr enn í gjárkvøldi.
Skotbráið er sera stutt, sigur Eyðhild Skaalum, tí vanliga taka slíkar góðkenningar rúma tíð at viðgera.
Eyðhild Skaalum dugir í løtuni ikki at meta um, nær Dátueftirlitið er liðugt at viðgera umsóknina.
Persónsupplýsingarlógin hevur verið í gildi síðani 2001.
Í sáttmálanum millum Heilsumálaráðið og smápartafelagið Thetis stendur, at hann kemur ikki í gildi, áðrenn góðkenning er fingin til vega frá Dátueftirlitinum til verkætlanina.
Pál Weihe er læknafakligur ábyrgdarpersónur í samband við kanningarnar.
Hann sigur við Kringvarpið, at hann framvegis bíðar eftir góðkenningini.
-Uttan góðkenning geri eg einki. Tá verður tað í besta føri eitt sjálvboðið tilboð til tey ferðandi at lata seg kanna fyri korona, sigur Pál Weihe.
Hann hevur ikki fleiri viðmerkingar, meðan umsóknin verður viðgjørd í Dátueftirlitinum.
Fyrsta flogfarið lendir í Vágum klokkan 14:05, síðani kemur eitt flogfar úr Murmansk klokkan 18, og eitt úr Keypmannahavn klokkan 19:10