Dátueftirlitið gevur Thetis grønt ljós at kanna

bannari
Dátueftirlitið gevur Thetis grønt ljós at kanna
Seinnapartin góðkendi Dátueftirlitið avtaluna, sum Heilsumálaráðið hevur gjørt við Sp/f Thetis um at kanna ferðandi í Vágum fyri koronu
Eyðhild Skaalum, stjóri í Dátueftirlitinum
 
27.06.2020 - 18:18

Dátueftirlitið hevur nú góðkent, at smápartafelagið Thetis kannar ferðandi í Vágum fyri koronu.

Tað váttar Eyðhild Skaalum, stjóri á Dátueftirlitinum, fyri Kringvarpinum.

Heilsumálaráðið hevur gjørt avtalu við smápartafelagið Thetis um at standa fyri hesum kanningum.

Avtalan var undirskrivað mikudagin 24. juni.

Í avtaluni stendur, at Thetis ger kanningarnar fyri heilsuverkið. Tað merkir, at tað er Heilsuverk Føroya, Deildin fyri arbeiðs- og almennaheilsu, sum er dátuábyrgdari. At Thetis fremur kanningarnar í verki merkir, at Thetis er dátuviðgeri. Og tí er tað smápartafelagið Thetis, sum viðger persónsupplýsingar vegna Deildina fyri arbeiðs- og almannaheilsu.

Dátueftirlitið skuldi meta um fysisku-, fyrisitingarligu- og tøkniligu trygdina í tí, sum verður gjørt, og um heimildargrundarlagið er í lagi.

Dátueftirlitið fekk umsóknina í vikuni, og nakað av tilfarinum kom ikki fyrr enn í gjárkvøldi. Í sáttmálanum millum Heilsumálaráðið og smápartafelagið Thetis stendur, at hann kemur ikki í gildi, áðrenn góðkenning er fingin til vega frá Dátueftirlitinum til verkætlanina.

Landsstýrið boðaði annars frá, at frá í dag at rokna skulu øll ferðandi til Føroya kannast fyri koronusmmittuna. 

Men heimildin var ikki komin uppá pláss, tá fyrsta flogfarið lendi í Vágum, klokkan 13:54 seinnapartin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369