- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trump strikar heilsunýskipan
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/donald_trump_19._januar_2020_ap.jpg?itok=U298HMEG)
Umsitingin hjá Trump sendi áheitanina sama dag, sum myndugleikarnir boðaðu frá, at næstan hálv millión fólk, sum høvdu mist sína heilsutrygging undir koronukreppuni, høvdu fingið endurgjald gjøgnum heilsunýskipanina.
Umleið 20 milliónir fólk kunnu missa heilsutrygdina, og heilsuendurgjaldið fyri fólk við álvarsligari sjúkum kann eisini enda við at verða strikað, um Hægstirættur er samdur við umsitingina hjá Trump. Málið kemur fyri í heyst.
Onnur royndin at strika heilsunýskipanina
Texas og aðrir konservativir statir halda, at heilsunýskipanin er í stríð við grundlógina eftir, at Kongressin í 2017 strikaði illa lýddu bótina fyri ikki at hava trygging, men lat framvegis tann tekstin standa, at fólk skulu hava heilsutrygging.
Í 2017 royndi Kongressin at strika Obamacare. Tá høvdu Republikanararnir meirilutan, men tað miseydnaðist, og tí hevur Trump nú gjørt alt, hann er mentur fyri at fáa Hægstarætt at seta lógina úr gildi.
Roknað verður við. at umleið 27 milliónir fólk kunnu hava mist heilsutrygging sína, tá tey gjørdust arbeiðsleys, eftir at koronufarsóttin rakti USA.