- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hasfjord á beding í minst tvær vikur
Hasfjord á beding í minst tvær vikur
Skipið, sum bar við botn í innsiglingini í Skopun mikudagin, fer á beding
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vlcsnap-2020-05-13-10h48m27s797.png?itok=0Jcf2hYO)
26.06.2020 - 08:57
Hasfjord fer nú á beding og verður í hvussu so er í tvær vikur, upplýsa Strandfaraskip landsins.
Hasfjord bar við botn í innsiglingini í Skopun mikudagin. Tað fer at kosta 2,5 milliónir krónur at rudda innsiglingina til Skopunar havn fyri grót.
Tilboðini uppá arbeiðið eru komin. Í 2014, 2015, 2017 og 2019 varð innsiglingin ruddað so frægt fyri grót, at til bar at brúka havnina.
Men nú er neyðugt at rudda aftur, og løgtingið hevur játtað 2,5 milliónir krónur til at rudda aftur nú.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV