- Tíðindi, mentan og ítróttur
Reisa ákæru móti kvotubarónum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/gitte_henning.jpg?itok=jJ-SoAiO)
Ákæruvaldið krevur, at tey tíggju fólkini fáa bót fyri teirra leiklut og at hald verður lagt á umleið 232 milliónir krónur Ákæra verður reist, tí illgruni er um strámannavirksemi, tí ein reiðari í veruleikanum eigur fleiri feløg, ið onnur standa fyri.
– Aftaná umfatandi kanningararbeiði metir SØIK, at grundarlag er fyri at reisa ákæru, tí ein reiðari hevur ognað sær kvotur gjøgnum fleiri feløg, har strámenn vóru skrásettir sum eigarar. Hetta tí lóggávan forðaði honum í sjálvur at keypa fleiri kvotur.
– Tað er okkara meting, at hann er tann einasti, ið hevur verið partur av virkseminum í feløgunum, og at stjórarnir í feløgunum bara hava virkað sum strámenn, sigur Per Fiig, ið er virkandi sakførari hjá SØIK, í tíðindaskrivi.
Sigur seg einki kenna til málið
Sambært DR, er talan um vinnulívsmannin og ein av ríkastu monnum í Danmark, Henning Kjeldsen. Í viðmerking við DR sigur Henning Kjeldsen, at hann kennir einki til málið.
Ákæruvaldið krevur eisini, at Henning Kjeldsen missir rættin at virka sum reiðari. Ein advokatfyritøka og eitt granskoðaravirki eru eisini ákærd í málinum. Her krevur ákæruvaldið, at ein advokatur og ein grannskoðari missa rættin at virka.
Málið byrjaði í 2017, tá Ríkisgrannskoðarin lat úr hondum eina atfinningarsama frágreiðing um, hvussu kvotur verða brúktar í donsku fiskivinnuni.