- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lærarafelagið fingið sáttmála
Lærarafelagið fingið sáttmála
Lønarhækking eru í sáttmálanum, sum Fíggjarmálaráðið og Lærarafelagið gjørdu í gjár
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/20190819_703_born_i_skula_0052.jpg?itok=uAL2eKsC)
25.06.2020 - 08:12
Partarnar gjørdu nýggjan sáttmála fyri tann, sum fór úr gildi 1. oktober í fjør. Sáttmálin er galdandi í trý ár, til 1. oktober í 2022.
Lønin hækkaði 2,56 prosent 1. oktober í fjør, eingin lønarhækking er í ár, men lønin hækkar 2,05 prosent 1. januar í 2021. Og 1. oktober 2021 hækkar lønin 1,25 prosent.
Lønarhækkingin næsta ár er hin sama, sum arbeiðarafeløgini fingu, sigur Fíggjarmálaráðið. Broytingar verða eisini gjørdar í flokkingaravtaluni, sigur Lærarafelagið.
Millum annað fær leiðari í førleikastovu mánaðarliga samsýning frá 1. august í ár at rokna. Og lærarar fáa ferðaendurgjald fyri tænastuørindi, so sum próvtøkur, skeið og fundir.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV