- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jósup í sigling aftur
Jósup í sigling aftur
Jósup, sum fekk skaða sunnudagin, byrjar siglingina aftur í morgin
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/20160608_171123-2.jpg?itok=H3ULRWZo)
25.06.2020 - 10:45
Jósup fer aftur í sigling út í Mykines fyrrapartin í morgin. Sambært ferðaætlanini fer hann úr Sørvági klokkan 10:20.
Jósup hevur ikki siglt hesa vikuna, tí sunnudagin fingu róðrið og skrúvan skaða, tá Jósup bar við okkurt, sum lá í sjónum. Skaðin er umvældur á Strondum.
Hesa vikuna hevur verið ókyrt í Mykinesi, so Jósup hevði ikki siglt kortini. Men í morgin verður siglandi, sigur reiðaríið hjá Jósupi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV