- Tíðindi, mentan og ítróttur
Herurin boðsendur at basa korunusmittu
Herurin boðsendur at basa korunusmittu
Avstralska verjan hevur sent 1.000 hermenn til Melbourne fyri at fyribyrgja, at COVID-19 breiðir seg aftur
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/victoria-poding.jpg?itok=k5yi-pxw)
Fólk frá herinum kanna fólk í Melbourne fyri COVID-19, nú stúrt verður fyri eini nýggjari koronubylgju
Mynd: NTB
25.06.2020 - 09:07
Í avstralska statinum, Victoria, er herurin kallaður inn eftir, at koronuvirusið er farið at gera um seg aftur í statinum. Tað skrivar bretska blaðið The Guardian.
Sambært blaðnum skulu meira enn 1.000 hermenn ganga hús úr húsi í tveimum forstøðum við stórbýin Melbourne og bjóða íbúgvunum ókeypis poting fyri koronu.
Seinastu vikuna eru umleið 150 nýggir tilburðir staðfestir í statinum Victoria, skrivar tíðindastovan, NTB.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV