Avloysaraskipið kemur um tveir mánaðir

Avloysaraskipið kemur um tveir mánaðir
Avloysaraskipið, sum Strandferðslan letur byggja í Noreg, kemur til Føroya seinast í august
Nýggja avloysaraskipið hjá Strandferðsluni, ið kemur í august, tekur 96 fólk
 
25.06.2020 - 11:57

Tað sigur Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari hjá Strandferðsluni, sum í løtuni er í Noreg og fylgir við arbeiðinum. Koronakreppan er orsøkin til, at skipið er seinkað tríggjar mánaðir, sigur hann.

Nýggja skipið skal loysa av, tá skip, sum sigla í miðstaðarøkinum, skulu í dokk, sigur rakstrarleiðarin hjá Strandferðsluni við útvarpið.

Avloysaraskipið verður mannað eftir tørvinum. Fyribils er ein manning sett í starv, og manningin hevur fingið venjing í at sigla skipið.

Skuldi koma í mai

Ætlanin var at skipið skuldi koma í mai mánað, so tað kundi roynast í summar. Nú kemur skipið ikki fyrrr enn út á heystið, og tá stundar veturin til. Og Jóhan Petur Abrahamsen sigur, at skipið kann eisini nýtast ta árstíðina.

Tosað hevur verið um navn til avloysaraskipið, men tað er ikki alment enn. Skipið hevur sitipláss til 96 ferðafólk og tekur tríggjar vanligar bilar. Skipið siglir skjótt, upp í 21 fjórðingar um tíman.

Prísurin er 33,8 milliónir krónur, og enn er einki sum bendir á, at prísurin ikki fer at halda, sigur Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari hjá Strandferðsluni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369