- Tíðindi, mentan og ítróttur
Almenningurin fær ikki innlit
Almenningurin fær ikki innlit
Almenningurin fær ikki at vita, hvørjar fyritøkur hava starvsfólk í serligu lønarískoytisskipanini hjá ALS
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vlcsnap-2020-04-29-09h33m59s075.png?itok=wG0hj3WK)
25.06.2020 - 12:48
Tað broytir einki, at tað frá 1. juli verður landskassin, ið fíggjar útgjaldið úr serligu lønarískoytisskipanini. Tað sigur Eyðfinnur Jacobsen, formaður í ALS-stýrinum.
Tað hevur verið ávíst trýst á ALS-stýrið at lata innlit í hvørjar fyritøkur brúka hjálparpakka eitt, og millum annað Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, hevur áður heitt á stýrið um at veita meirinnlit.
Formaðurin vil ikki gera samrøðu um evnið í dag, men vísir til somu sjónarmið, ið hann førdi fram í Breddanum í 19. mai. Stýrisformaðurin upplýsir, at stýrið hevur viðgjørt evnið á fleiri fundum, men niðurstøðan er ikki broytt.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV