- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hava tikið stevningina aftur
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/img_1527.jpg?itok=YgPqRrv0)
Reiðaríið hjá Ennibergi hevur tikið aftur stevningina móti Fiskimálaráðnum.
Enniberg stevndi í desember 2017.
Tað var beint áðrenn løgtingið hevði triðju viðgerð um lógaruppskotið um sjófeingi, sum Høgni Hoydal, ið tá var landsstýrismaður í fiskivinnumálum, legði fram.
Nú er tann lógin farin úr gildi aftur, og ein onnur er komin.
Kravdu 7,4 mió. kr.
Enniberg sigur í stevningini, at Fiskimálaráðið hevði ongan rætt til at taka tíggju prosent av kvotunum í Barentshavinum og selja tær á uppboðssølu, hvørki í 2016 ella í 2017.
Og Fiskimálaráðið hevur heldur ikki rætt til at ognartaka allar kvoturnar í Barentshavinum, fyri síðani at luta part av teimum út aftur til tey reiðarí, sum hava fiskað í Barentshavinum í fleiri áratíggju.
Eitt so stórt inntriv í virksemið hjá reiðaríunum kann ikki gerast, uttan at boðað verður frá 25 ár frammanundan.
Enniberg hevði eisini krav um endurgjald, 7,4 mió. kr.