- Tíðindi, mentan og ítróttur
100 bygningar eru ikki egnaðir
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vlcsnap-2020-01-07-10h14m43s462.png?itok=kjUiw4Cl)
100 almennir bygningar eru ikki egnaðir til fólk við rørslutarni, fólk, sum til dømis eru í koyristóli.
Atkomuviðurskiftini eru snøgt sagt ikki nóg góð.
Tíggju bygningar hava minni góð atkomuviðurskifti og krevja minni ábøtur. Men 89 bygningar hava ikki nóg góð atkomuviðurskifti og krevja størri ábøtur.
Bara 40 bygningar hjá tí almenna hava nóg góð atkomuviðurskifti.
Jørgen svarar Jóhannisi
Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, í svari til Jóhannis Joensen, løgtingsmann.
Tølini hevur landsstýrismaðurin frá Landsverki.
Jørgen Niclasen ásannar, at neyðugt verður at raðfesta atkomuviðurskiftini.
Hann sigur, at hann fer at tosa við Landsverk um hetta, so atkomuviðurskiftini kunnu fáast í rættlag næstu árini.