- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útlendingar skulu gjalda kapitalvinningsskatt
Útlendingar skulu gjalda kapitalvinningsskatt
Fíggjarnevndin tekur undir við uppskotinum hjá landsstýrinum

Lógin skal ikki galda fyri lond, sum Føroyar hava tvískattaavtalu við, sigur Fíggjarnevndin
19.06.2020 - 09:22
Útlendingar, sum fáa vinning burtur úr at selja til dømis føroysk partabrøv, skulu nú gjalda skatt av vinninginum í Føroyum.
Fíggjarnevndin tekur undir við uppskotinum hjá landsstýrinum um at skatta kapitalvinning hjá útlendingum, sum búgva í øðrum landi.
Hetta er tó ikki galdandi fyri tey lond, sum Føroyar hava tvískattaavtalu við.
Tey, sum búgva í teimum londunum, gjalda skatt í heimlandinum.
Føroyar hava tvískattaavtalu við Norðurlondini, Bretland, India og Sveis.
Eingin veit, sigur Fíggjarnevndin, hví útlendingar ikki verða kravdir eftir kapitalsvinningskatti í Føroyum.
Helst er talan um ein feil, sum við hesum uppskoti verður rættaður, sigur nevndin.
Nýggjastu sendingar í ÚV

Hósdag 27. februar
«Mær kundi gjørst neyðugt at verða doyptur av tær, og so kemur tú til mín!»
188373
Nýggjastu sendingar í SV