Skulu ikki vitja á røktarheimum fyrstu 14 dagarnar

bannari
Skulu ikki vitja á røktarheimum fyrstu 14 dagarnar
Kommunurnar hava gjørt nýggjan, felags leist fyri vitjandi á búeindum á eldraøkinum
Røktarheimið í Vestmanna - kommunurnar hava gjørt felags leist fyri vitjandi
 
19.06.2020 - 10:04

Fólk, sum hava verið uttanlands, verða biðin um ikki at vitja fólk í ellisheimum, røktarheimum ella í sambýlum, fyrr enn 14 dagar eftir, at tey eru komin til Føroya.

Ber ikki til at bíða í 14 dagar, skulu fólk í øllum førum bíða í sjey dagar, og kanna seg fyri koronu sætta dagin.

Somu reglur eru galdandi, um fólk hava verið til tiltøk, har smittuvandin er stórur, ella tey hava havt samband við fólk, sum koma úr útlondum.

Seks fólk

Annars kunnu fólk í heimunum og sambýlunum hava seks fólk, sum kunnu vitja tey. Eitt teirra kann skiftast um vikuna.

Hetta er tann nýggi, felags leisturin, hjá kommununum fyri vitjandi í búeindum á eldraøkjunum.

Tey, sum vitja, skulu skráseta seg. Og fermetratalið avger, hvussu nógv kunnu vitja í senn, tí frástøðan skal haldast.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856