- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tiltøk skulu ikki haldast seinni í ár

Mentanarlig tiltøk, sum fáa pengar úr hjálparpakka trý, skulu ikki haldast seinni í ár.
Tað hevur Uttanríkis- og mentamálaráðið biðið Mentanarnevndina hjá løgtinginum gera púra greitt í uppskotinum um stuðul til listafólk, tónleikafestivalar og almannagagnligar felagsskapir í sambandi við Covid-19.
Í uppskotinum stendur, at treytin fyri at fáa stuðul er, at avlýstu tiltøkini av praktiskum ella fíggjarligum orsøkum ikki kunnu haldast seinni í 2020.
Men Taks hevur gjørt vart við, at Taks skal meta, um tiltakið kann haldast seinni í ár ella ikki. Og tað ber ikki til.
Tí skal uppskotið broytast, so eingin ivi er um, at avlýstu tiltøkini ikki verða hildin seinni í ár.
Broyta eisini aðrar orðingar
Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur eisini biðið Mentanarnevndina broyta nakrar aðrar orðingar í lógaruppskotinum.
Talan er tó um lógartekniskar rættingar, sum Taks hevur mælt til at gera fyri at stuðulin verður lættari at umsita.
Innihaldið í lógaruppskotinum er ikki broytt.
Nú er orðingin um almannagagnlig tiltøk gjørd neyvari, so almannagagnligur felagsskapur, sum hevur eitt vinnuligt tiltak, fær ikki stuðul.
Og ítróttafeløg, sum eru í ÍSF, fáa ikki pengar hvørt sær, tí ÍSF fær pengarnar úr hjálparpakka trý beinleiðis.
