- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggjur yvirlækni í barna- og ungdómspsykiatri
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/susanna_reinert_petersen.jpg?itok=4-JgDXwo)
Súsanna Reinert Petersen er sett í starv sum yvirlækni í Barna- og ungdómspsykiatriini.
Hon hevur verið í farloyvisstarvi á Psykiatriska deplinum seinasta árið.
Barna- og ungdómspsykiatriin hevur verið í stórari menning seinnu árini. Talið á børnum og ungum, sum leita sær hjálp, er nógv vaklsið, og viðgerðartilboðini eru fleirfaldað. Eitt nú varð eitt dagtilboð sett á stovn í fjør, har viðgerð og greining av fer fram.
Samstundis er stórur tørvur á at veita barna- og ungdómspsykiatriskar tænastur á stovnum, sum á ymsan hátt taka sær av teimum børnum og ungum, ið eru útgreinað og sett í viðgerð á Psykiatriska deplinum, skrivar heimasíðan hjá Landssjúkrahúsinum.