- Tíðindi, mentan og ítróttur
Korona hevur kostað ítróttinum níggju milliónir
Korona hevur kostað ítróttinum níggju milliónir
Útreiðslurnar hava verið 9,9 mió. kr., síðani korona kom í mars
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/mynd_isf_elin_h._joensen_paint.jpg?itok=B_TrJ0k6)
Elin Heðinsdóttir Joensen er forkvinna í ÍSF
18.06.2020 - 08:45
Korona hevur higartil kostað ítróttinum í Føroyum níggju miliónir krónur í mistum inntøkum.
Tað hevur Fíggjarnevndin fingið at vita frá ÍSF.
Yvirskipað hevur ítrótturin mist 2,1 mió. kr. í atgongumerkjasølu, 1,6 mió. kr. í aðrari sølu, 3,3 mió. kr. fyri tiltøk og 2 mió. kr. í stuðli frá sponsorum.
Útreiðslurnar hava verið 9,9 mió. kr., síðani korona kom í mars.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV