Øll vaksin verða kannað

Øll vaksin verða kannað
Frá 27. juni til 10. juli verður ókeypis at lata seg kanna, men frá 11. skulu ferðafólk sjálvi rinda fyri kanningina
Nú mørkini lata meira upp, er størri tørvur at kanna ferðafólk, sigur Løgmansskrivstovan
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.06.2020 - 15:34

Frá leygardegnum tann 27. juni skulu øll ferðandi kannast. Hetta verður eisini galdandi fyri allar føroyingar, búsitandi í Føroyum, ið hava verið uttanlands, sigur Løgmansskrivstovan í dag.

Ein høvuðsorsøk til, at enn fleiri kanningar skulu gerast, er, at tað verður møguligt bæði hjá føroyingum at ferðast í enn fleiri lond og hjá ferðandi úr fleiri londum at koma til Føroya.

Danska stjórnin hevur  boðað frá, at markið verður latið upp fyri øllum ES-limalondum, londunum í Schengen-samstarvinum og Bretlandi. Ein treyt er kortini, at smittutalið í londunum er lítið – minni enn 20 smittað fyri hvørjar 100.000 íbúgvar um vikuna.

- Nú mørkini fyri ferðandi til og úr Føroyum verða latin enn meira upp, er tørvur at kanna enn størri. Tí hava vit tikið stig til, at øll, sum koma til Føroya, skulu kannast, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Frá leygardegnum 27.juni til fríggjadagin 10.juli verður ókeypis at lata seg kanna, tá ið tú kemur til Føroya, men frá leygardegnum 11.juli skulu ferðafólk sjálvi rinda fyri kanningina. 

Børn, sum eru yngri enn 12 ár, sleppa undan at lata seg kanna.

Kanningartilboðið heldur fram

Ferðandi til Føroya kunnu eisini í næstu viku lata seg kanna á flogvøllinum í Vágum. Kanningartilboðið er ætlað teimum, sum ikki hava havt møguleikan at tryggja sær eina negativa covid-váttan í teimum londunum, tey koma frá.

Ferðandi til tann 27.juni, sum hava bústaðarváttan ella arbeiðsgevaraváttan, hava ikki fyri neyðini at lata seg kanna.

Tað eru føroysku kanningarstovurnar, Thetis og Amplexa, sum í felag standa fyri kanningartilboðnum, og tey ferðandi rinda sjálvi fyri kanningina í tíðini til 27. juni. Kostnaðurin er 390 krónur.

Tey ferðandi kunnu vænta sær drúgvari bíðitíð, tá ið tey koma til landið, og heitt verður á øll ferðandi um at fara í heimauppihald, til tey hava fingið svar upp á kanningina.

Tað kann taka millum eitt og tvey samdøgur, sigur Løgmansskrivstovan. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369