Rættargangslógin einmælt samtykt

Rættargangslógin einmælt samtykt
Nick Hækkerup, løgmálaráðharri, sigur, at nýggja lógin tryggjar føroyingum eitt tíðarhóskandi politi og eina sterkari rættartrygd
Fólkatingið hevur nú eisini samtykt rættargangslógina fyri Føroyar, sum kemur í gildi á nýggjárinum
 
17.06.2020 - 09:58

Fólkatingið samtykti einmælt í gjár nýggju rættargangslógina fyri Føroyar.

Løgtingið samtykti lógina stutt fyri jól í fjør. Lógin kemur í gildi á nýggjárinum.

Hetta er ein av størstu lógum í søgu ríkisins. Lógin er yvir 600 síður, og í henni eru yvir 1100 greinir. Lógin, sum nú er galdandi í Føroyum, er frá 1988, og nógvar broytingar eru ikki gjørdar í henni síðani tá.

Sterkari rættartrygd

Nick Hækkerup, løgmálaráðharri, sigur, at nýggja lógin tryggjar føroyingum eitt tíðarhóskandi politi og eina sterkari rættartrygd, tá revsimál verða viðgjørd.

Borgarlig sakarmál fáa eisini eina betri viðgerð. 

Dagurin er stórur hjá føroysku rættarskipanini, segði Nick Hækkerup í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389
Hósdag 27. februar
DOKO1423 - teknmálstulkað
188375
Hósdag 27. februar
Morgunkórið
188372
Mikudag 26. februar
Ein søga um 45 ár
188344