- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nøvnini kosta smáar 82.000 krónur
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/l1006042.jpg?itok=L4A8zLoA)
10.000 krónur verða latnar í virðisløn, 26.600 krónur fara til at gera lýsingarátak, tekst, grafikk og lýsing, og 45.000 krónur eru brúktar til lýsingarherferð á øllum teimum stóru tíðindaportalunum í tríggjar vikur.
Meirvirðisgjald er ikki við í hesum prísum. Ætlanin er eisini at gera eitt felags búmerki fyri sjúkrahúsini og eina sniðhandbók um búmerkið. Hetta er mett at kosta 90.000 krónur.
Men annar kostnaður er eisini. Stóra skeltið uttan fyri Landssjúkrahúsið skal skiftast. Verandi skelti har kostaði 100.000 krónur.
Liður í at sameina sjúkrahúsini
Tað hava fýra tingmenn í Norðoyggjum, Jákup Mikkelsen, Frimodt Rasmussen, Beinir Johannesen og Steffan Klein Poulsen, fingið at vita frá Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni.
Landsstýrismaðurin sigur eisini, at navnakappingin er liður í einari ætlan um at sameina tey trý sjúkrahúsini.
Í fíggjarlógini fyri 2020 eru 500.000 krónur til felags heimasíðu, felags búmerki og felags visjón fyri Sjúkrahúsverkið.
200 uppskot um nøvn
Sambært Sjúkrahúsverkinum er ikki ætlanin at beina burtur brævbjálvar og annað prent, seingjarklæðir og búnar, tí nøvnini verða broytt. Broytingarnar koma, so hvørt nýtt prent og nýggj pløgg verða keypt.
Okkurt um 200 uppskot eru komin um nøvn á sjúkrahúsunum. Freistin at koma við uppskotum fór á middegi fríggjadagin.
Ein dómsnevnd ger eitt tilmæli til landstýrismannin í heilsumálum, sum tekur avgerðina um ólavsøkumundið.