- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vit keypa meira úr Íslandi
Vit keypa meira úr Íslandi
Í ár hevur samhandilin millum Føroyar og Ísland verið til fyrimunar fyri íslendingar
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/farmaskip_eimskip.jpg?itok=XVY7ypkS)
Fyrstu fýra mánaðirnar innfluttu vit fyri 100 mió. kr. úr Íslandi
16.06.2020 - 13:41
Føroyar keypa nógv meira úr Íslandi, enn Ísland keypir úr Føroyum.
Fyrstu fýra mánaðirnar í ár innfluttu Føroyar fyri 100 mió kr. úr Íslandi, vøksturin sammett við somu tíð í fjør er 72 prosent.
Tað stendur í mánaðarbrævinum frá føroysku sendistovuni í Reykjavík.
Ísland keypti fyri 26 mió. kr. úr Føroyum, 22 prosent minni enn í fjør.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV