- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tilmælini forða fyri at halda grind til
Tilmælini forða fyri at halda grind til
Einir 20 hvalir vórðu sæddir út fyri Hoyvík seinnapartin
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/grind_1.jpg?itok=40BvE4Q1)
16.06.2020 - 15:44
Seinnapartin sóu fólk á landi eina grind út fyri Hoyvík. Men sýslumaðurin ger einki við grind, sum tilmælini eru nú.
– Tilmælið er framvegis, at vit ikki mugu savnast fleiri enn 100 fólk, og tað hevði helst verið mangt slíkt, um vit hildu grindina til, sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður.
Talan var um einar 20 hvalir. Síðani koronutilmælini um grindadráp komu, eru einar tíggjar-fýra grindir sæddar, men ikki hildnar til, sigur hann.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV