5,5 milliónir í avlopi

5,5 milliónir í avlopi
Roknskapurin hjá Vágs kommunu varð samtyktur á býráðsfundi í gjárkvøldið
 
16.06.2020 - 06:17

Vágs kommuna hevði hálva sættu millión krónur í avlopi í fjør. Inntøkurnar hjá kommununi vóru 7,5 mió.kr. størri enn mett varð í fíggjarætlanini.

Inntøkurnar í fjør vóru 70,4 milliónir krónur. Vágs býráð samtykti í gjárkvøldið roknskapin fyri 2019. Vágs kommuna gjørdi íløgur fyri 7,4 milliónir krónur í fjør.

Raksturin dýrkaður

Raksturin kostaði 56,3 milliónir krónur í fjør, ella 1,8 prosent meira enn í 2018. Í 2019 kostaði eldraøkið Vágs kommunu 18,3 milliónir krónur. 

Við árslok 2019 var nettoskuldin hjá Vágs kommunu 55,2 milliónir krónur, sum svara til 1,09 álíkning. Í fjør rindaði Vágs kommuna 3,6 milliónir krónur í lánum. 

Orsøkin til vøksturin í skuldini, er, sigur kommunan, at kommunan yvirtók Páls høll fyri 13,3 milliónir krónur og Marghøllina fyri 18,7 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389
Hósdag 27. februar
DOKO1423 - teknmálstulkað
188375
Hósdag 27. februar
Morgunkórið
188372
Mikudag 26. februar
Ein søga um 45 ár
188344