Fleiri skulu hava møguleika at velja

Fleiri skulu hava møguleika at velja
Fólk, sum hava mist rættarliga myndugleikan eftir verjumálslógini, skulu hava sama rætt sum onnur at velja kommunustýri
Eitt uppskot um at broyta vallógina er sent til hoyringar
 
15.06.2020 - 09:03

Nú skulu fólk, sum eru undir verjumáli, og hava fingið rættarliga myndugleikan frátiknan eftir verjumálslógini, hava valrætt á kommunuvali og kunna stilla upp til kommunustýri. 

Eitt uppskot um at broyta vallógina er sent til hoyringar.

Landsstýrið vil, at fleiri veljarar verða í Føroyum.

Og nú fáa fólk, sum eru undir verjumáli, og hava fingið rættarliga myndugleikan frátiknan eftir verjumálslógini, sama rætt sum onnur í sambandi við kommunuval.

17 fólk

1.januar í ár vóru 17 slík fólk skrásett í Føroyum. 

Meginfelagið MEGD hevur biðið landsstýrið broyta vallógina.

Skulu tey, sum eru undir verjumáli og fingið rættarliga myndugleikan frátiknan, eisini hava valrætt og valbæri til løgtingið, skal stýriskipanarlógin broytast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389
Hósdag 27. februar
Heim, kæra heim (2:3) - teknmálstulkað
188381
Hósdag 27. februar
Heim, kæra heim (1:3) - teknmálstulkað
188375
Hósdag 27. februar
Morgunkórið
188372