Fáa ikki løn í uppsagnartíðini

Fáa ikki løn í uppsagnartíðini
Verður skipanin við lønarískoyti longd í tveir mánaðir, fer hon at kosta 42 milliónir kr. meira
 
15.06.2020 - 08:31

Verður lønarískoytisskipanin hjá Als longd til 31.august, fáa fólk ikki løn í uppsagnartíðini eftir 30.juni.

Tað er við í uppskotinum um at leingja skipanina, so hon verður galdandi í juli og august.

Als-stýrið mælir frá at leingja lønarískoytisskipanina, millum annað tí, at skipanin er so arbeiðskrevjandi at umsita.

42 milliónir aftrat

Verður skipanin longd í tveir mánaðir, fer hon at kosta Als góðar 42 mió. kr. meira enn hon annars ger.   

Í uppskotinum stendur, at vansin við at leingja lønarískoytisskipanina er treytin um, at fólk eru knýtt at einum ávísum arbeiðsgevara. 

Sambært Als-stýrinum er hendan treytin vorðin ein alsamt vaksandi vansi fyri at varðveita ein smidligan arbeiðsmarknað, tí tað tykist vera alsamt fleiri arbeiðsgevarar, sum ikki fáa fatur í arbeiðsmegini, teimum tørvar, av tí at lønarískoytisskipanin bindur fólk til annan arbeiðsgevara, hóast hesin ikki hevur arbeiði til fólkið.

Nú eru 1784 fólk í lønarískoytisskipanini.

Uppskotið fær fyrstu viðgerð á tingfundi seinnapartin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389
Hósdag 27. februar
DOKO1423 - teknmálstulkað
188375
Hósdag 27. februar
Morgunkórið
188372
Mikudag 26. februar
Ein søga um 45 ár
188344