- Tíðindi, mentan og ítróttur
Øll skulu í masku á flogvøllinum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/ferdafolk_og_vaga_floghavn-6.jpg?itok=7tS__G4x)
Tað skrivar Vága Floghavn í kunngerð í dag. Tó so eru børn undir 6 ár og fólk, sum hava trupulleikar við andaleiðini, undantikin hesum reglunum.
Umframt at ganga við andlitsmasku á flogvøllinum, skulu ferðandi eisini vænta at vera í masku umborð á Føroyaleiðini.
Nýggju reglurnar koma í gildi í morgin, tá ið Føroyar samstundis verða latnar upp fyri ferðafólki úr Danmark, Grønlandi, Noregi, Íslandi og Týsklandi. Hesi ferðafólk skulu vísa eina negativa koronakanning á flogvøllinum, sum ikki skal vera eldri enn fimm dagar. Men hava tey onga kanning, verða tey kannað á flogvøllinum.
Skulu føroyingar út at ferðast, skulu tey hava eina váttan fyri, at tey hava bústað í Føroyum.
Tað verður framvegis ikki loyvt øðrum enn ferðafólki, starvsfólki og viðskiftafólki við serligum ørindum at uppihalda seg inni í farstøðini í Vága Floghavn. Avvarðandi verða biðin um at bíða uttanfyri, eins og hýruvogsførarar og aðrir førarar eisini skulu bíða uttan fyri farstøðina.
Hoyr meira í útvarpstíðindunum klokkan 18.00.