- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trump hóttir við at seta tiltøk í verk móti ICC
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/trump_0.png?itok=_xgr4CQJ)
Hvítu Húsini í Washington hótta við at seta tiltøk í verk ímóti Altjóða brotsmannadómstólinum, ICC, og kanningarfólkunum, sum kanna møgulig krígsbrotsverk hjá amerikonskum herdeildum í Afganistan.
Talan er um fíggjarlig tiltøk og avmarkingar hjá teimum at ferðast til USA.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at USA hóttir altjóða brotsmannadómstólin við tiltøkum og fyriskipanum.
Trump hevur nú givið amerikanska uttanríkisráðnum boð um at frysta ognirnar hjá kanningarfólkunum í USA.
Í somu boðum fær uttanríkisráðið eisini heimild til at sýta teimum, sum samstarva við ICC-kanningarfólkini, innferðarloyvi.
Altjóða brotsmannadómstólurin kannar krígsbrotsverk og brotsverk móti mannaættini í málum, har staturin ikki kann ella vil halda fram við málinum.
Men USA, sum ikki er limur í ICC, heldur, at virksemið hjá dómstólinum er politiskt.
123 lond eru limir í Altjóða brotsmannadómstólinum.
Dómstólurin varð stovnaður í 2002 og hann viðgerð krígsbrotsverk, fólkadráp og brotsverk móti mannaættini.
Umframt USA, eru eitt nú Kina og Russland heldur ikki limir í rættinum.
USA hevur fyrr lagt dómstólin undir at vera partískur, og segði, at amerikanskir dómstólar skulu viðgerða møgulig krígsbrot hjá amerikonskum hermonnum.
Amerikanski løgmálaráðharrin, William Barr, sigur, at Russland stýrir ICC.
Ákærin hjá ICC, Fatou Benouda, fer at kanna krígsbrotsverk, sum skulu vera framd árini frá 2003 til 2014.
Illgruni er um, at fangar millum annað eru píndir, og at sivilfólk í Afganistan eru dripin.