Nýggj tilmæli um fita í Danmark elva til ósemjur

Nýggj tilmæli um fita í Danmark elva til ósemjur
Ein arbeiðsbólkur arbeiðir við fita, og hvussu fiti kann handfarast í Danmark, men arbeiðið hevur elvt til ósemjur millum fakbólkar
 
13.06.2020 - 16:55

Seinastu trý árini hevur ein arbeiðsbólkur arbeitt við fita sum heilsuskaðiligt fyribrigdi í Danmark.

Endamálið er at geva kommunum nøkur tilmæli um, hvussu fólkasjúkan fiti kann handfarast í Danmark.

Tilmælini hava elvt til ósemjur, og Dansk Selskab for Almen Medicin (DSAM) hevur tikið seg úr arbeiðsbólkinum. Tað skrivar DR. 

Rasmus Køster-Rasmussen, talsmaður teirra, boðar danska heilsumyndugleikanum frá, at tey undir ongum umstøðum kunnu skriva undir uppá tilmælini. 

Tilmælini eru ikki almannakunngjørd enn, men DSAM sigur, at danski heilsumyndugleikin leggur ov stóran dent á, at fólk skulu lætna, millum annað við klænkingarkurum. 

Danski heilsumyndugleikin svarar aftur, at tilmælini ikki bert snúgva seg um at fáa fólk at klænka. 

- Vit leggja ikki upp til, at fólk fara undir klænkikurar. Men tørvur er á uppílegging, men tað merkir ikki, at man skal fara frá at vera tjúkkur til at vera klænur. Vit siga, at fólk mugu tapa seg, men vit leggja eisini dent á trivnað og lívsgóðsku, siga tey.

Meira enn helvtin av danum, 51 prosent, viga ov nógv, og tí hevur man tikið stig til henda arbeiðsbólkin, fyri at fáa bilbugt við trupulleikan. 

16,6 prosent av kvinnum eru ovurfeitar og 17,1 prosent av monnum eru ovurfeitir, og hetta talið er vaksið nógv seinastu árini. 

Rasmus Køster-Rasmussen sigur, at tey taka ikki undir við, at kommunur skulu seta seg í samband við tey, ið viga ov nógv, við tí í huga at geva teimum tilboð um klænkikurar

- Danski heilsumyndugleiki burdi heldur lagt seg eftir, at kroppar skulu vera glaðir, sterkir og virka væl, heldur enn at vera klænir. Tað kann gerast við ymiskum virksemi, venjing, sunnum kosti og einum netverki, men ikki við tí máli at tapa seg, sigur Rasmus Køster-Rasmussen. 

Tað eru ógvuliga fá, sum kunnu halda vektini við líka við einum klænkikuri. Fleiri enn 90 prosent fara at viga tað sama ella meira aftur, sigur hann. Hetta ávirkar síðani teirra sjálvsálit, og tað økir vandan fyri øðrum sjúkum, so sum angist og tunglyndi, og tað økir síðani vandan fyri sjálvmorði og etingarólagi. 

Lene Meyer, sálafrøðingur, er heldur ikki samd við donsku heilsumyndugleikunum. Hon mælir til at minka um stigmatisering og at syrgja fyri, at børn, ung og vaksin hava eitt betri samband við sín kropp. 

- Gransking vísir, at um vit hava eitt gott samband við okkara kropp, so hava vit ikki lyndi til at verða tjúkk, sigur Lene Meyer. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. februar
Vikuskiftið 14 februar
187800
Fríggjadag 14. februar
Tú manst vita frá mongum at siga
187794
Fríggjadag 14. februar
Breddin: Trump aftur í Hvítu húsunum
187774
Fríggjadag 14. februar
Morgunlestur fríggjadagur 14.februar 2025
186669
Hósdag 13. februar
RagnarRokk 13.februar 2025
186373
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187762
Fríggjadag 14. februar
Veðrið
187798
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616