Fleiri mótmælisgongur í London í dag

Fleiri mótmælisgongur í London í dag
Túsundtals fólk eru savnað í London í Onglandi í dag til tvær stórar mótmælisgongur við hvør sínari søk
 
13.06.2020 - 16:03

Túsundtals fólk eru savnað í London í dag, hoást myndugleikarnir mæla frá, at fólk savnast í stórum mongdum orsakað av koronasmittuni. 

"Black Lives Matter" mótmælisgonga er í dag, og umframt tað, eru onnur eisini farin út at verja søguligar standmyndir móti "Black Lives Matter" stuðulsfólki. Tað skrivar BBC. 

Tey, ið skipa fyri "Black Lives Matter" mótmælisgongum, hava biðið fólk lata vera við at mótmæla í dag, so samanbrestur ikki verður millum mótmælisbólkarnar.

Fleiri fólk kring alt landið eru komin til London, millum annað høgravend stuðulsfólk, sum siga seg verja søguligar ímyndir av Bretlandi frá anti-rasistiskum mótmælisfólkum. 

Mótmælisfólk fyri "Black Lives Matter" søkini hava millum annað gjørt herverk á standmyndina av Winston Churchill, fyrrverandi forsætismálaráðharra í Onglandi og skrivað, at hann var rasistur.

Millum annað hesa standmyndina hava hini mótmælisfólkini stillað seg fyri í dag. 

Nógv løgreglufólk eru á gøtunum og nakað av roki hevur verið. Fólk hava tveitt ymiskt eftir løgreglufólkum, onkur bardagi hevur verið og onkur er handtikin. 

Politiið hevur skrivað á Twitter, at harðskapur verður ikki góðkendur. Harafturat skriva tey, at koronasmittan enn er ein vandi, og tí verða fólk biðin um at fara heim. 

Politiið hevur fingið sær serloyvi til at steðga og kanna fólk til klokkan tvey í nátt, tí tey siga, at nøkur víðgongd, høgravend mótmælisfólk hava vápn.

Borgarstjórin í London hevur eisini ávarað um hesi víðgongdu fólkini og biðið fólk halda seg burtur frá miðbýnum í London í dag. 

Mótmælisgongurnar skulu steðga í seinasta lagi klokkan 17 í dag, og báðir mótmælisbólkarnir hava hvør sítt øki at halda seg til, so teir ikki bresta saman, sigur politiið. 

"Black Lives Matter" mótmælisgongur hava annars verið fleiri ferðir í London, og fyri tað mesta hevur tað verið friðarligt, tó eru tíggjutalsfólk handtikin og 27 løgreglufólk eru særd. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Skratsj 12. februar 2025
187684
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497