- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skylda milliardir fyri avlýstar ferðir
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/sas_oslo_gardermoen.jpeg?itok=NXL_wNpD)
Tey bæði flogfeløgini, SAS og Norwegian, skylda kundum sínum næstan sjey milliardir krónur fyri flogferðir, ið vórðu avlýstar í mars, apríl og mai, skrivar tíðindastovan, NTB.
Avlýstar ferðir í mars verða endurgoldnar í juni, meðan ætlaðar ferðir í apríl og mai verða endurgoldnar einaferð í heyst, skrivar norska Bergens Tidende, sambært Ritzau.
SAS hevur í mars, apríl og mai selt ferðir kring allan knøttin fyri umleið 4,6 milliardir krónur, sum vórðu av ongum, og hjá Norwegian verður mett, at hetta talið er 1,5 - 2,5 milliardir krónur.
Tvær milliardir frá tí almenna
Allir kundarnir hjá SAS fáa endurgoldið ferðirnar, hóast flogfelagið skyldar kundunum meira, enn flogfelagið eigur á bók, sigur kunningarleiðarin, John Eckhoff, við NTB.
Hann vísir á, at SAS í Svøríki og Danmark hevur fingið meira enn tvær milliardir krónur frá tí almenna, og at arbeitt verður við at útvega meira pening til raksturin.
>> SÍ EISINI SAS sendir 10.000 fólk til hús
Kunningarleiðarin hjá Norwegian, Andreas Hjørnholm, sigur við Bergens Tidende, at flogfelagið ikki vil upplýsa neyvt, hvussu nógv felagið skyldar kundum sínum.
SAS og Norwegian skylda kundum í Noregi 2,1 milliard krónur fyri avlýstar ferðir, sambært greinini. Einki verður sagt um, hvussu nógv flogfeløgini skylda donskum kundum.