Økt krøv kosta eina lítla millión

bannari
Økt krøv kosta eina lítla millión
Tórshavnar býráð hevur samtykt at játta 839.000 krónur í ískoytisjáttan til øktu krøvini um reingerð
 
12.06.2020 - 07:59

Øktu krøvini um reingerð á stovnunum hjá Tórshavnar kommunu hava higartil kostað eina lítla millión krónur. Tórshavnar býráð samtykti á eyka býráðsfundi í gjárkvøldið at játta 839.000 krónur í ískoytisjáttan til dagstovnaøkið.

Í samband við, at dagstovnar og frítíðarskúlar lótu uppaftur, fekk kommunan smittufyribyrgjandi vegleiðingar frá Koronuráðgevingini, sum høvdu við sær at virksemið á stovnunum mátti umskipast og tillagast samsvarandi vegleiðingunum. 

Tórshavnar kommuna sigur, at serliga síðani stovnarnir fóru at fyllast aftur, hava broyttu arbeiðsmannagongdirnar havt eyka trýst á arbeiðsorkuna á einstøku stovnunum í samband við reingerð.

Kanska skulu fleiri pengar aftrat skulu játtast til reingerð, tí kommunan ásannar, at ískoytisjáttanin ikki leggur grundarlagið fyri játtan longur fram í tíðina. Heldur verður hetta tikið upp, so hvørt tørvur kann metast at vera á tí, sigur Tórshavnar kommuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369