- Tíðindi, mentan og ítróttur
Framleiðslan hjá Landsverki effektiviserast
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/landsverk_2.jpg?itok=mx7Pn1L0)
Uppsetingin skal gerast saman við Fíggjarmálaráðnum. Og ríkisgóðkendur grannskoðari verður biðin um at gera leist fyri eina innanhýsis grannskoðan í Landsverki.
Í apríl í ár arbeiddu 154 fólk hjá Landsverki. Átta fólk hava fingið ætlanarskriv um uppsøgn og fráfaringaravtalur verða gjørdar við fýra fólk, sum fara frá av nátúrligum ávum.
>> SÍ EISINI Landsverk sigur átta fólkum úr starvi
Hesi 12 fólkini arbeiða øll í skrivstovuni í Havn. Landsverk umsitur 477 kilometrar av vegi, 17 vanligar tunlar og tveir undirsjóvartunlar, tvær byrgingar, tríggjar landshavnir og tíggju tyrlupallar.
Í frágreiðingini "Landsverk - avbjóðingar og átøk" stendur, at framleiðslan hjá stovninum er ikki nóg effektiv. Ov nógvar maskinur eru, og virksemið hevur ikki verið nóg væl skipað.
Framleiðslan effektiviserast næstu árini
Ætlanin er at brúka næstu fýra árini at optimera framleiðsluna við at minka munandi um amboðsparkina, sum fyri ein part er niðurslitin og ótíðarhóskandi.
Ætlanin er framhaldandi at hava trý grótbrot, í Hundsáarbotni, Hústoft og í Porkeri. Men givist verður við at taka grót í Porkeri til asfalt, tí tað fæst nógv bíligari aðrastaðni.
Profittmaksimering av framleiðsluni er endamálið, so støða kann takast til um fýra ár, um virksemið skal seljast, stendur í frágreiðingini.