- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brúgvin um Sandá endurskapast
Brúgvin um Sandá endurskapast
Ein hálv millión krónur er játtað til at endurskapa skjótt 100 ára gomlu brúnna

Gamla brúgvin um Sandá, ið varð tikin í nýtslu í 1925, skal nú endurskapast
Mynd: Mynd frá torshavn.fo
12.06.2020 - 06:31
Gamla brúgvin um Sandá skal nú endurskapast. Tað samtykti Tórshavnar býráð á býráðsfundi í gjárkvøldið. Gamla brúgvin um Sandá varð tikin í nýtslu í 1925, og er lagað úr gróti.
Brúgvin hevur ikki verið brúkt til ferðslu síðani nýggi vegurin úr Havn til Gomlurætt varð gjørdur. Í tí sambandi hevur Landsverk heitt á Tórshavnar kommunu um at yvirtaka brúnna aftur.
Hetta hevur Tórshavnar kommuna játtað, tí kommunan heldur brúnna hava siðsøguligt virði fyri kommununa, og vísir eitt handverk, sum ikki er vanligt í dag.
Tórshavnar kommuna játtaði á eyka býráðsfundinum í gjárkvøldið 500.000 krónur til at endurskapa brúnna og at gera hana í stand.
Nýggjastu sendingar í ÚV

Hósdag 27. februar
«Mær kundi gjørst neyðugt at verða doyptur av tær, og so kemur tú til mín!»
188373
Nýggjastu sendingar í SV