- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jørgen svarar, tá skrivið er viðgjørt
Jørgen svarar, tá skrivið er viðgjørt
Skrivið frá KAF er drúgt, og krevur drúgva viðgerð, tí talan er um nógv løgfrøðilig viðurskifti, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vlcsnap-2020-05-20-15h36m04s344.png?itok=7l-xPPWM)
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, lovar at svara, tá Fíggjarmálaráðið er liðugt at viðgera skrivið frá KAF
11.06.2020 - 11:09
Kommunala arbeiðsgevarafelagið fær svar frá Fíggjarmálaráðnum, so skjótt sum ráðið er liðugt at viðgera skrivið frá felagnum.
Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, eftir at Kommunala arbeiðsgevarafelagið sigur seg ikki kunna góðtaka, at Fíggjarmálaráðið noktaði at góðtaka sáttmálan, sum Kommunala arbeiðsgevarafelagið gjørdi við Starvsmannafelagið í farnu viku.
Skrivið frá KAF er drúgt, og krevur drúgva viðgerð, tí talan er um nógv løgfrøðilig viðurskifti, sigur landsstýrismaðurin.
Hann ikki vil gera viðmerkingar til skrivið frá Kommunala arbeiðsgevarafelagnum, fyrr enn Fíggjarmálaráðið er liðugt at viðgera tað.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV