- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hjálparpakkin skal setast úr gildi við kunngerð
Uppskotið um hjálparpakka trý hevur onga sokallaða sólsetursáseting. Ein áseting, sum sigur, hvønn dag lógin fer úr gildi.
Í uppskotinum um lógina um hjálparpakka trý, stendur, at landsstýrismaðurin kann seta løgtingslógina úr gildi við kunngerð.
Men í lógaruppskotinum stendur tó ein avmarking, og hon er 31. august í ár.
Bráðfeingisskipanir
Uppskotið er um at seta í verk bráðfeingisskipanir at hjálpa tónleikafestivalum, listafólkum og almannagagnligum felagsskapum, sum frá 12. mars til 31. august hava avlýst ella útsett tiltøk.
Sambært uppskotinum hava 44 listafólk fingið lønarískoyti frá Als. Tey hava fingið 82,5 prosent í miðal í løn úr skipanini, so umroknað er talan um 36 fólk í fulltíðarstarvi.
Arbeiðsgevararnir eru 23 í tali. Mett verður, at hjálparpakki trý kostar landinum millum 30 og 40 milliónir krónur.