Tiltøk móti koronu hava bjargað 3,1 mió. mannalív

bannari
Tiltøk móti koronu hava bjargað 3,1 mió. mannalív
Granskarar ávara framvegis um, at virusið er líka vandamikið, sum tað hevur verið
 
10.06.2020 - 10:21

At fleiri lond gjørdu av at steingja markið, tá koronafarsóttin byrjaði, bjargaði fleiri milliónum mannalívum, vísir nýggj kanning.

Bretskir granskarar við Imperial College í London siga seg hava staðfest, at avgerðin hjá 11 evropeiskum londum at steingja markið, bjargaði 3,1 milliónum mannalívum, skrivar Washington Post.

Granskararnir ávara ímóti, at higartil hava bert 3-4 prosent av fólkinum í kannaðu londunum fingið sjúkuna, og teir gera greitt, at virusið framvegis er líka vandamikið, sum tað hevur verið.

- Vit eru bert í byrjanini av farsóttini, skrivar læknin og granskingarleiðarin, Samir Bhatt, í einum telduposti til washington Post.

60 mió. færri smittað í USA

Í eini aðrari gransking, vísa amerikanskir granskarar á, at avgerðin um at steingja markið, forðaði fyri, at 60 milliónir fólk færri vórðu smittað í USA, og at 285 milliónir færri fólk vórðu smittað í Kina.

- Vóru eingi tiltøk sett í verk, høvdu apríl og mai mánaður verið nógv øðrvísi, sigur amerikanski granskingarleiðarin, Salomon Hsiang, við Washington Post.

At lond stongdu markið, hevur nakrar búskaparligar og sosialar avleiðingar við sær, og tí er framvegis neyðugt at avbyrgja og spora fólk, sum hava covid-19 smittuna, sigur granskarin, Jennifer Nuzzo, við blaðið.

Granskararnir koma ikki við nakrari ítøkiligari niðurstøðu til heimsins lond.

Á eini ráðstevnu, sum var á neitinum, umrøddi Solomon Hsiang avleiðingarnar hjá londunum av at steingja markið. Um tað var vert ella ikki, mugu londini sjálvi gera sína niðurstøðu um, segði hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856